Stórur frítíðarskúli í Leirvík
Barnagarðurin í Leirvík bleiv bygdur í 2004 og verður nú útbygdur til frítíðarskúla. Eisini verður bygt uppí bygningin umframt, at ein eldri bygningur niðanfyri verður samanbygdur við nýggja frítíðarskúlan. Útbyggingini stendur Norðsetur fyri. Nýggi parturin hevur gólvvarma um alt húsið, og nýggi frítíðarskúlin, sum eisini umfatar tann umbygda barnagarðin, kemur at rúma um 100 børnum.