Um okkum
Eitt sindur søguna hjá Norðsetur Hús.
Tey fyrstu Norðsetur húsini vórðu framleidd á verkstaðnum hjá Jóannesi Olsen í Hvalvík. Fyrsta húsið bleiv uppsett á heysti í 1980.
Væl varð tikið undir við okkara sniðhúsum, og tí varð farið undir at gera egnan framleiðslubygning í 1983 fyri at nøkta eftirspurningin og gera framleiðsluna smidligari.
Síðani er virkið útbygt, og hesi nærum 25 árini eru útvið 600 Norðsetur hús bygd. Tey eru í mestsum í hvørjari oyggj í Føroyum, umframt at hús eru útflutt til bæði Týskaland og Grønland.
Á hesi heimasíðu kunnu tygum síggja tey ymisku Norðsetur-sniðini. Eisini eru myndir av lidnum húsum at finna á síðunum.Í mongum førum verður standard sniðhúsið tilagað ynskjum byggiharrans.
Umframt sniðhús byggja vit eisini størri virkisbygningar so sum hallir og skrivstovubygningar.
nordsetur@nordsetur.fo