Hví velja Norðsetur Hús
Okkara mál eru at byggja hús, sum gerst karmurin um eitt lív við trivnaði og har dentur verður lagdur á at nýta umhvørvisvinarligt tilfar og lága orkunýtslu.
Við hesum sum útgangsstøði vilja vit vera við til at nøra um lívsgleðina hjá komandi húsaeigarum, so tey ómakaleyst kunnu byggja sítt framtíðarheim. Hetta verður gjørt innan avtalaðar karmar, har dentur verður lagdur á vælbjálvaði hús, umhvørvisvinarligt tilfar og hágóðsku til kappingarførar, fastar prísir.
Komandi ár hava vit 30 ár baki sum framleiðarar av sethúsum, stovnum, hallum og vinnubygningum.
Í framleiðsluhølum upp á gott 3000 m² hava vit framleitt fleiri enn 800 sethús til føroyska marknaðin. Harumframt eru sethús útflutt og uppsett í Týskalandi og í Grønlandi. Á virkinum starvast 18 fólk.
Her verða elementini gjørd av royndum starvsfólkum og við nýtslu av framkomnari tøkni. Framleiðsluútgerðin tekur hædd fyri liðiligari elementframleiðslu, og kunnu vit tí bjóða fram fleiri enn 30 ymisk húsasnið.
Tey flestu av okkara starvsfólkum hava drúgvar arbeiðsroyndir í húsaframleiðslu her á verksmiðjuni, umframt at fleiri av teimum hava staðið í timburlæru hjá okkum.
Vit hava ment 12 húsasnið við lágari reising og fundamenti. Til øll sniðini kunnu gerast tillaðingar av innrætting, vindeygum, viðka við karnappi v.m.
Vit hava í hesi skjótt 30 árini strembað eftir, at húsini frá Norðsetur skulu hava høga góðsku og eru væl bjálvaði, umframt at øll húsini verða bygd innan teir karmar, ið eru avtalaðir, verða í sáttmála við húsaeigararar og við føstum prísi. Hetta gevur húsaeigaranum tryggleika fyri, at størsti partinum av endaliga kostnaðinum er fastur, umframt at peningastovnarnir ikki eftirfylgjandi fáa óvæntaðar kostnaðir at taka støðu til um veiting av ískoytisfígging.
Byggitíðin fyri eitt Norðsetur hús er vanliga millum 3-4 mánaðir í mun til stødd av húsi og veitingum útyvir tað, sumstandardsniðini fevna um. Hetta hevur við sær lægri rentukostnað av byggifíggingini.
Bíligast er at byggja standard snið. Tó eru nógvir møguleikar at tillaga standardhúsini eftir ser-ynskjum. Tað snýr seg bæði um innrætting, val av vindeygum, gólválegging, køksinnrætting v.m.
Eisini sparir byggiharrin útreiðslurnar í sambandi við húsatekningar og umsókn um byggiloyvi. Samanumtikið kann byggiharrin kenna seg tryggan við eini húsaloysn frá Norðsetur.