Fyrimunir við at lata Norðsetur byggja hús tykkara

Fastur prísur

Tá tú hevur avgjørt at lata Norðsetur byggja fyri teg, kennir tú kostnaðin av tínum komandi heimi áðrenn vit fara undir byggingina. Tú tryggjar teg móti óvæntaðum eykarokningum tá húsið stendur liðugt.

Lágar hitaútreiðslur

Vit hava lagt okkum eftir at bjálva húsini væl og gera tey tøtt móti vindi, so samlaða hitanýtslan liggur á einum lágum støði. Norðsetur hús eru m.a. kend fyri lága oljunýtslu. Eisini kunnu vit leggja inn hitapumpuskipan ístaðin fyri vanligt oljufýr ella fjarhitaskipan, um byggisamtyktin loyvir hesum fyri at minka enn meira um orkunýtsluna og harvið CO2 útlátið.

Góðar innrættingar

Eftir nógvar royndir og samskifti við viðskiftafólk okkara hava vit støðugt tillagað innrættingarnar av okkara standard sniðum, so innrættingin verður so brúksvinarlig sum gjørligt. Serynskir og tillagingar verða gjørdar í hvørjum einstakum føri. Eisini er stórur dentur lagdur á at innrætta lofts-hæddirnar, so mest møguligt pláss fæst at ráða yvir.

Byggistýring

Tá tú keypur eini hús frá Norðsetur, er byggingin í tryggum hondum. Vit gera í hvørjum einstakum føri allar tekningar og søkja kommunalu mynduleikarnar um byggiloyvi í tráð við tær lokalu ásetingarnar í byggisamtyktunum.

Okkara føstu starvsfólk hava drúgvar royndir við okkara byggihátti, og teir úrvaldu undirveitararnir gera teirra arbeiði til lítar. Tann fakliga dygdin hjá okkara starvsfólki og undirveitarum er á høgum støði.

Vit framleiða so nógv sum tilber á virkinum í Hvalvík við framkomnari framleiðsluútgerð og hava neyvt eftirlit við framleiðsluni, uppseting, innrætting, arbeiðinum hjá undirveitarum v.m.

Skjót bygging

Okkara fólk eru serkøn í uppseting av timburelementum og seta húsini á ein neyvan og skjótan hátt eftir einum degi. Eftirfyljandi dagarnar verður húsið liðugtgjørt uttan, og handverkarnir kunnu tá ótarnaðir av veðri og vindi fara í holt við at gera húsini liðug innan.

Stutta byggitíðin hevur við sær lágan rentukostnað. Ongar útreiðslur av tekningarbeiði v.m. minkar harumframt um tann samlaða kostnaðin.

Við at lata Norðsetur byggja tykkara hús koma tit trygt á mál.